Myndskreyting ársins

 

Ársins listaverk er Revebjeller av Nikolai Astrup.

Revebjeller er eitt av kendastu verkum hjá Nikolai Astrup, og ímyndar Jölster landslagið í øllum sínum vakurleika. Revabjøllan var eitt av yndis blómunum hjá Nikolai. Hann plantaði blómuna heima í plantasjuni og er hon at finna í fleiri av hansara málningum.

Plakat 2022 web

Nikolai Johannes Astrup varð føddur 30 august í 1880, í Nordfjord, Noreg. Longu sum smábarn stríddist hann við astma, sum fylgdi honum alt lívið. Nógvar barna nætur brúkti hann úti í tí køldu luftini, sum var lættari at anda inn, og kanska var tað her, at hugurin til listina byrjaði. Náttúran er sentral í hansara list, og Jölster landslagið, umringað í mjúka summarnátta ljósinum, er eitt motiv sum Nikolain vendi aftur til fleiri ferðir gjøgnum hansara listaleið.

Nikolai varð sendur í skúla at lesa gudfrøði og latín. Hansara notatir frá ta tíðini eru fyltar av náttúru skitsum: blómur, djór, og landsløg. Við ringasta karakterinum í flokkinum, fór hann heim aftur, og tá hann fylti nítjan flutti hann til Kristiania (Oslo) fyri at lesa list.

Listin førdi hann til m.a. París, Berlin, Keypmannahavn og Stokkholm, men hann endaði við at venda heim aftur til heimstaðin Jölster. Náttúru minni harfrá eru varðveitt í hansara list. Nikolai Astrup doyði av lungnabruna, tann 21 januar í 1928. Í dag verður hann sæddur sum ein av mætastu listafólkunum í Noreg.