Tá ið Emil helt ta stóru veitsluna og fangaði Grussuna í veiðigrøvini

 

Í ár hevur Emil skapað afturkenning og látur í 60 ár. Universið, sum Astrid Lindgren hevur skapað rundan um Emil, er blivið ein partur  av norðurlendska mentanararvinum. Kanska er tað tí, at bæði vaksin og børn kenna seg aftur í Emili og hinum fólkunum, sum búgva á garðinum Kattholti?


"Skálkabragd finnur man ikki uppá, tey verða bara til. Og at tað var eitt skálkabragd, tað veit man ikki fyrr enn aftaná."

Tí hvat ger man, tá man sjálvur hevur nógvan mat, ímeðan onnur ongan mat hava. Hvat hevði tú gjørt? Emil er í øllum førum sannførdur um, hvat er tað rætta at gera, tá hann fer av stað við øllum jólamatinum á sletuni saman við Idu og Alfredi. Ta etisku kumpassina hjá Emil kann ongin siga, nakað er galið við, men so var tað hetta við at síggja fylgjurnar av sínum gerðum. Fylgjur eru ikki altíð líka lættar hjá einum barni at skilja, sum fær nýggj innskot og verður ávirkað alla tíðina. Tann bókmentaliga veran Emil er ein fagnaður av barnsins hugsanarhátti og spæli, sjálvt um pápin verður illur og jagstrar Emil inn í verkstaðin stútt og stadugt. 

Í hesum partinum av Emili í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd vísir Emil sannan jólaanda - til gleði fyri tey fátæku og gremjan frá foreldrunum. Tú kanst velja at lesa allan partin ella ein part frá síðu 94-114.


Emil

Orðalisti


Um tú velur at lesa hetta, sum vit skjóta upp, skalt tú fáa eitt lítið referat av søgugongdini: Tað er um heystið á Kattholti, og Emil og familjan eru í ferð við at gera klárt til tann kalda veturin. Pápi Emil bøtir um skógvar, mamman spinnur tógv, og Lina og Berja-Meya karða ull (sum er ein fyrireiking til at gera tógv). Emil og Ida liggja undir borðinum og spæla við kettuna. Knappliga kemur eitt úlvaýl úr Emili undir borðinum, tí hann roynir at sannføra Idu um, at kettan í veruleikanum er ein úlvur. Berja-Meya fer at siga frá søgum frá tíðini, tá úlvar vóru  í økinum. Emil ger av at gera eina úlvafellu fyri at fanga úlvar í. Hann og Alfred fara at grava felluna, tá hon er liðug, brúkar hann eina pylsu sum agn.

So fer at kava í Kattholti, og jólini nærkast. Emil og familjan byrja at stákast til jóla. Tey gera allan møguligan góðan jólamat og jólabakstur. Okkurt av matinum gevur mamma Emil til fátækrahúsið í bygdini. Fátækrahúsið verður stýrt av Grussuni, ein grísk og óvinarlig kona.

Hvat hendir aftaná síðu 114?

Grussan kemur heim til eitt tómt fátækrahús. Tá hon fær at vita, at fátækrafólkið er farið til Kattholt, rennur hon aftaná fyri at finna tey. Hon roynir at finna okkurt at standa á, fyri at hyggja inn gjøgnum vindeygað. Men tað einasta, hon sær, er ein pylsa. Vanlukkutíð dettur Grussan í veiðigrøvina hjá Emili, og áðrenn hann og Alfred hjálpa henni upp aftur, noyðist hon viðganga, at hon hevur etið allan matin, sum varð ætlaður øllum íbúgvunum í fátækrahúsinum. Kanska hon lærir at vera minni slúkin í framtíðini?

Mamma og pápi Emil mugu gera alt møguligt fyri at skipa fyri jólaveitlsuni dagin eftir, tí Emil hevur jú givið allan jólamatin burtur, sum tey hava gjørt. Emil situr í verkstaðnum allan dagin. Mamman skrivar í dagbókina, at Emil er fittur, men at hann finnur uppá so mangt løgið.

Kunning um rættindi:

Teksturin verður at síggja á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókmentavikuni millum 1.- 19. november 2023. Sambært avtaluni við rættindahavarar er ikki loyvt vaksnum at lata seg í sum ella skipa fyri framsýningum, sum hava nakað við persónarnar hjá Astrid Lindgren at gera  í sambandi við lesiløtuna Morgunstund. Lesiløtan skal eisini vera ókeypis fyri luttakararnar. Børn kunnu frítt lata seg í og granska universið hjá Astrid Lindgren, um tey vilja tað. Um man vil binda upplestur saman við øðrum aktivitetum, er tað ábyrgdin hjá tilmeldaða stovninum at syrgja fyri rættindum til hetta. Um ivamál eru, verða fólk biðin um at seta seg í samband við okkum.

 

Error loading MacroEngine script (file: headerScript.cshtml)