Gleðiboðskapur állana: søgan um heimsins mest gátuføra fisk

 

- Patrik Svensson

 

"Áin umboðaði uppruna hansara, alt tað væl kenda, og alt tað, sum hann altíð vendi aftur til. Men állurin, sum rørdi seg har niðri í tí dulda, og sum av og á vísti seg fyri okkum, hann umboðaði nakað annað. Hann var meiri ein áminning um, hvussu lítið tú hóast alt kanst vita, um ein áll ella um eitt menniskja, um hvaðani ein kemur, og hvagar ein er á veg."


Hvussu nógv kunnu vit vita um ein áll? Ella um eitt menniskja? Ársins upplestrabók er um gátuføra állin, men eisini um sambandið millum rithøvundin og pápa hansara, og um hvussu állurin førir teir saman. Tað hevur leingi verið ein náttúruvísindalig gáta, hvar állurin verður føddur, hvar hann nørist, og hvar hann doyr. Europeiski állurin verður føddur í Saragassohavinum, rekur við golfstreyminum móti Europa og livir síðan í okkara norðurlendsku vøtnum, til hann ein dag svimur aftur til sín uppruna fyri at nørast og síðan doyggja. Patrik Svensson sigur søguna um állin, sum nú er í vanda fyri at doyggja út, við at leita í sínum egna upphavi og blanda fagurbókmentaligar arbeiðshættir við lættskiljandi vísindi. Vit fáa lut í barnaminnum høvundsins nærindis einum villvaksandi pílatræi, beint við eina friðarliga rennandi á. Har, í skánsku náttúruni, verða pápi og sonur sameindir í kvirrum felagsskapi.

 

Kura skymning bok
Ársins upplestur:

Kapittul 2 Við ánna (Vid Ån) s. 15-22
Kapittul 4 At líta ein áll í eyguni (Att se en ål i ögonen) s. 39-44

Eitt tekstaúrtak til upplesturs verður frá oktober at finna her á heimasíðuni til teir stovnar, sum hava teknað seg til Norðurlendsku bókmentavikuna.