Grafiskur profilur og búmerki

 

Undanfarin ár hevur Norðurlendska bókmentavikan ikki havt nakran grafiskan profil ella nakað búmerki. Sum tit síggja uppi í vinstra horni, hava vit nú ein grafiskan profil og búmerki. Um skúlar og bókasøvn hava hug at gera egnar lýsingar av tiltakinum, er hetta sjálvandi í lagi, men tá skulu tær lúka ávísar treytir, so at vit fáa eina einsháttaða mynd av verkætlanini, uttan mun til stovn og/ella land:


1) Brúkið 'Norðurlendsk bókmentavika 2018' fram um Sólarris ella Skýmingarløtan, eftirsum hesi bert eru undirdeildir av Norðurlendsku bókasavnsvikuni),
2) Alt tilfar skal fylgja okkara grafiska profili, tvs. fylgja tí stíli, sum vit hava á okkara framsíðu. Tvs. litir og typografi samsvanandi tí tilfari, ið vit hava lagt út.
Brúkið fylgjandi standard typografi:
Calibri, Verdana, Cambria, Arial, Times New Roman.
Setið tykkum í samband við kontakt@nordisklitteratur.org, um tit skulu brúka aðra typografi.
3) Búmerki hjá Norðurlendsku bókmentavikuni skal altíð vera við. Tað kanst tú taka niður her:

 

 

NLV-logo-fo svart

 

Búmerki til prent
Búmerki til web (Hvít bakgrund)
Búmerki til web (Svørt bakgrund)