Møtir tú eini bjørn -
Malin Kivelä & Martin Glaz Serup
"Tey vaksnu siga, at náttúran er so vøkur. At tað er so frálíkt at ganga sær ein túr í frísku luftini. Tey vaksnu siga, at bjarnir ræðast teg eins illa og tú ræðist tær. Men er tað satt?"
Møtir tú eini bjørn (Om du möter en
björn) er eitt einastandandi gott dømi um
norðurlendskt myndabókasamstarv. Danski Martin Glaz
Serup og finnlandssvenska Malin Kivelä hava skrivað
tekstin, og finnlandssvenska Linda Bondestam hevur
myndprýtt. Við hópin av fjálgum skemti,
kannar myndabókin spurningin um, hvat tú gert,
møtir tú eini bjørn. Í søguni
fylgja vit einum persóni á skógarferð, men
veruligi høvuðspersónurin er bjørnin.
Møtið millum menniskjað og bjørnina
verður lýst á ein spælandi
álvarsaman hátt, og søgan javnvigar
allatíðina millum fakta og undirhald. Tað nyttar
onki at renna undan, tí bjørnin er skjótari en
tú. Lat vera við at skríggja, men tosa heldur
við hana um veðrið ella sig henni eina
skemtisøgu. Helst dugir tú eisini betur enn
bjørnin at tekna. Bókin er í uppskoti til
Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn
Norðurlandaráðsins 2022.
Myndabókin verður frá oktober at finna her á heimasíðuni til teir stovnar, sum hava teknað seg til Norðurlendsku bókmentavikuna.