NORÐURLOND Í HEIMINUM

 

Norðurlensk bókmentavika bjóðar í ár børnum, ungum og vaksnum til at hugsa um, hvat tað vil siga at vera heimsborgari og at finna sítt pláss í heiminum. Ein partur av norðurlendska arvi okkara eru rannsóknarferðirnar. Vit finna fótafarið eftir norðbúgvar nógva staðni úti í heimi, alt frá søguligum fundum frá farnari víkingatíð til siðsøgulig spor eftir størri og minni rannsóknarferðir.

  

Vit eru átta miliardir fólk í heiminum, og saman mynda vit tað, sum er heimur okkara. Vit kunnu ferðast rættiliga frítt yvir landamørk og kring heimin - úr okkara egna heimi og nærumhvørvi til tað fremmanda og ókenda. Ferðirnar kunnu vera stuttar ella langar, tíðaravmarkaðar ella varandi. Heimurin kann bæði kennast óendaliga stórur og sera lítil. Men eitt er vist - allar tær átta milliardirnar av fólki í heiminum liva og skapa sína egnu tilveru, og øll hava sína egnu serligu søgu.

 

At síggja heimin gjøgnum bókmentirnar

 

At lesa er ein gyltur møguleiki til at kunna ferðast og uppliva heimin. Í bókmentunum kunnu vit undrast yvir ókendar leiðir, kenna aftur støð, har vit sjálv hava verið og síggja mun og líkleika við okkara egnu mentan og gerandisdag. Gjøgnum bókmentirnar og við hugflogi okkara kunnu vit flyta okkum óendaligar kilometrar burtur uttan yvirhøvur at fara frá húsum. Tað er næstan sum at vera har saman við rithøvundinum - vit síggja, hoyra, lukta, granska og læra. Og ofta fáa vit okkum ein góðan látur, ella vit fella nøkur tár á leiðini.

 

JordenJordenJorden

  

Heimurin í ársins upplestrarbókum

 

Ársins bøkur til upplesturin glógva av lívi, og tær seta teir stóru spurningarnar - um lív og deyða, um rættindi og framíhjárættindi og ábyrgd í heiminum. Tær seta einstaklingin inn í heildina og lýsa menniskjaligar eginleikar, ið bæði sameina og skilja okkum. Allar bøkurnar í ár hava vunnið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, og tað er okkara vón, at tær fara at vekja áhugan millum áhoyrararnar og kanska eisini geva íblástur til ymisk tiltøk í framhaldi av upplestrinum.