Verkætlanin

Um verkætlanina í stuttum

Norðurlendska bókmentavikan er upplestrartiltak, tá somu bókmentir um sama evni verða lisnar upp samstundis um øll Norður- og Baltalond. Sama gera aðrir stovnar út um heim, ið hava áhuga fyri Norðurlondum.

Endamálið við verkætlanini, ið Föreningarna Norden umsitur, er at breiða út kunnleika um norðurlendskar bókmentir og at virka fyri upplestri og at halda í hevd norðurlendska siðin at siga søgur. Norðurlendsk bókmentavika verður hildin eina ferð um árið - í viku 46. Tá skipa bókasøvn, skúlar og aðrir mentanarstovnar fyri upplestri fyri børnum og ungum um morgunin og fyri vaksnum um kvøldið. Norðurlendska ráðharraráðið fíggjar verkætlannina.

Nýtt evni verður kosið fyri hvørt ár, somuleiðis nýggj barna-, ungdóms- og vaksnamannabók, ið onkursvegna kunnu knýtast at evninum. Samskipanarbólkurin fyri Norðurlendsku bókmentavikuna, ið er mannaður við umboðum úr øllum Norðurlondum og teimum sjálvstýrandi økjunum, velur evni og bøkur.

 

SÍ SJÓNBAND FRÁ NORÐURLENDSKU BÓKMENTAVIKUNI HER!

 

Foreningen norden   Lyngby stadsbibliotek 

Mynd: Heidi Lønne Grønseth                                                Mynd: Nordic Literature Week


Citattegn Endamálið við Norðurlendsku bókmentavikuni er at breiða út kunnleikan um norðurlendskar bókmentir, at birta upp undir lesihugin og at fremja samhaldsfesti og samstarv á ein øðrvísi og spennandi hátt.Citattegn

 

Leisturin

Í november, tá myrkast er um okkara leiðir, tendra vit kertuljós og lesa søgur. Hetta er leisturin fyri verkætlanina. Mánadagur er stóri upplestrardagurin, tá ið Norðurlendska bókmentavikan verður hildin. Undir vikuni allari er ørgrynna av upplestri, framsýningum, kjaki og øðrum tiltøkum á ymiskum mentanarstovnum kring Norðurlond og heimin allan.

So sløkkið lampurnar, tendrið kertuljós og fáið lut í sama upplestrarupplivilisi sum meiri enn 150 000 onnur fólk runt í heiminum njóta.

Lampeland skole1

 Mynd: Geir Egil Skog

 

TAÐ ER ÓKEYPIS AT TAKA LUT

Tað er ókeypis at taka lut í Norðurlendsku bókmentavikuni. Tekna teg her longu nú, ella trýst her fyri at kunna teg um, hvussu, ið tú kann vera við.