Ársins bókmentir og evni
Vælkomin til Norðurlendsku bókmentavikuna dagarnar 15.-21. november 2021
Dreymar og longsil í Norðurlondum
Í ár bjóðar Norðurlenska bókmentavikan børnum og vaksnum til løtu við upplestri, har søguevnini eru dreymar og longsil. Seinasta tíðin hevur verið merkt av øktari fjarstøðu og stongdum landamørkum. Einki er, ið sameinir fólk um landamørk, sum dreymar og longsil. Tað, ið vit droyma um og leingjast eftir, er so sera ymiskt, men kenslurnar eru tær somu. Bókmentirnar hava til allar tíðir hjálpt okkum at droyma okkum burtur, nakað ið kanska hevur havt serliga stóran týdning undir alheimsfarsóttini. Tess vegna bjóðar Norðurlendska bókmentavikan til samrøðu um júst dreymar og longsil.
Dreymar og longsil í bókunum til upplesturin í ár
Dreymar og longsil eru týðandi evni í
bókunum til ársins upplestur. Undir Sólarrisi
fara vit at lesa Perlufiskarin eftir Karina Erlandsson fyri
børnunum. Í bókini, sum hevur verið
í uppskoti til Barna-og unglingabókmentir
Norðurlandaráðsins, fylgja vit Mirandu í
leitan hennara eftir tí gitna eygnasteininum. Søgnin
sigur, at tann, ið finnur hesa perlu, fer ongantíð
aftur at leingjast eftir nøkrum.
Tá ið hildið verður Skýming, fara teir
vaksnu lesararnir at lurta eftir klassisku skaldsøguni
Katrin eftir Sally Salminen. Vit fáa at hoyra um ta ungu
Katrina, ið verður lumpað inn í giftamál
við fátækan sjómann, sum fyrigyklar henni
eina dreymamynd av lívi teirra saman. Søgan um
Katrina er sterk lýsing av eini álendskari
kvinnulagnu, og sum hevur verið vælumtókt og
nógv lisin.